22. mars 2012
Helst besta manskór í Føroyum nakrantíð hevði 25 ára jubileumskonsert leygardagin. Tórshavnar Manskór hevur hesi 25 árini gjørt manskór til ein týðandi part av kórlívinum í Føroyum
Leif Hansen
Tónleikasøguliga má sigast at manskór í Føroyum hava líka langa søgu sum blandaðu kórini. Norski tónleikagranskarin Thomas S. Anderssohn hevur í sínari frálíku bók um H. J. Højgaard lista við sangum, sum Havnar sangfelag hevði á konsertskrá árini 1904 til 1924. Her sæst at bróðurparturin av skránni er fyri manskór. Somuleiðis skrivaði Waagstein sína Ólavsøkukantatu fyri manskór helst tí at at í 1930 mest vóru menn sum fingust við kórsang.Eftir at Højgaard í 1953 flutti til Havnar og samstundis gjørdist stóri maðurin innan kórsang í høvuðsstaðnum, varð størri dentur lagdur á blandaðan kórsang. Manskór eru í tíðini fram til Tórshavnar manskór verður stovnað í 1987, bara at hoyra til einstøk høvi.
Tórshavnar manskór mentist alsamt fyrstu árini, og saman við kórleiðarnum Bjarna Restorff var kórið, miðskeiðis í nítiárunum, eitt tað besta kóri í Føroyum yvirhøvur. Tórshavnar manskór gav uttan iva íblástur til stovnan av slíkum kórum kring landið. Kórið ríkaði savnið í Útvarpinum við góðum upptøkum av m.a. sangum fyri manskór hjá Waagstein. Umframt at kórið fekk hópin av manskórsútsetingum av føroyskum sangum til vega.At kórið í dygd var væl fyri í nítiárunum, ja helst á sínum tónleikaliga hæddarpunktið, ber fløgan “Vit eru Føroyingar”, sum kom út í 1999, boð um. Á fløguni eru umframt siðbundnar sangir eisini krevjandi kórsatsir, sum vísa eitt væl samansungið kór við høgum ambitiónum. Hesar amitiónir tykir mær ikki at kunna síggjast aftur á nýggjastu fløguni hjá kórinum sum kom út í 2008. Tó at tað á fløguni eru fleiri vælsungnir sangir, so er her eingin sangur sum vísir, at kóri hevur stórar tónleikaligar málsetningar, tvørtur ímóti. Heldur enn at útgeva nýggjan kórtónleik verður her borðreitt við m.a. Dýrd á vík og vág, Prúða land, Eg elski teg land og Upp alt sum harrin hevur gjørt (øll 10 ørindini).
Tórshavnar Manskór hevði Jubileumskonsert á Skipasmiðuni í Havn leygardagin. At kórið valdi framsýningarhøllina á Skipasmiðuni til sína jubileumskonsert tykir mær at verða spell, tí hendan als ikki er egnað til kórsang. Av tí at kórið einans stóð í tveimum longum røðum – teir vóru um 50 í tali – varð ljóðmyndin ikki so samanhangandi sum hon kundi verið. Kanska hevði ein tættari uppstilling givið betur úrslit. Tiltøkini í Havn eru ofta nógv í tali, tí gangi eg út frá at skipasmiðan var ein neyðloysn.Kórið hevði til tíðir góðan klang og sang í høvðusheitum sera reint. Sangarnir fylgdu væl leiðara teirra og sungu presist. Eisini haldi eg at býti av sangarum í ymisku stemmunum ljóðaði til at verða gott.Tá eg omanfyri nevndi at kórið miðskeiðis í nítiárunum hevði sína tónleikaliga hæddarpunkt, so vil eg halda at hetta eisini kom til sjóndar á konsertini leygardagin. Konsertskráin var alt ov aftureftirlítandi – gamaní skal hyggjast aftureftir á einari jubileumskonsert – tí meira enn helvtin av sangunum hevur kórið framført at kalla øll 25 árini. Umráðandi er tá konsertir verða lagdar til rættis, man ongantíð framørir ein sang, bara tí at man dugir hann. Vandin er eisini fyri, at menn bara lira slíkar sangir av, og tað helt eg meg eisini kunna hoyra á konsertini leygardagin. Havast skal í huga, at áhoyrarnir høvdu latið 100 kr. til atgongumerki og vænta sostatt eina 100% framførslu. Umframt hetta skal man eisini minnast til, at konsertgestirnir í stóran mun eru fólk, sum hava verið til hópin av konsertum hjá manskórinum og tí helst duga konsertskránna uttanat. Eitt annað, sum er at fílast á, er, tá leiðarin gevur tóna. Hetta skal í mínari verða gerast so diskret sum gjørligt, og eingin grund er til, at kórið skal njóra tónan, áðrenn sangurin av álvara byrjar. Hetta eigur avgjørt at verða avlagt, tí eitt kór á slíkum støði hevur hetta ikki fyri neyðini!Ikki er altíð so lætt at finna sangtilfar, sum veruliga er skrivað fyri manskór. Manskórið sang fleiri sangir, sum upprunaliga eru skrivaðir fyri blandað kór og síðani umútsettir fyri manskór. Tá talan er um vanligar sangir er oftast eingin trupulleiki í tí. Men tá sangir sum t.d. Locus ista hjá Bruckner, Stemning hjá Peterson-Berger ella Orðini hjá Bjarna Restorff skula syngjast fyri manskór, so setir hetta ómetaliga høg krøv til kórið, tí hesir satsar í veruleikanum eru hugsaðir fyri blandað kór og tí ikki rigga ordiliga fyri manskór.Tá tað er sagt, so haldi eg, at sangurin Olaf Trygvason, sum nokk er ein klassikari hjá norðurlendskum manskórum, bar boð um at kórið saktans kann kasta seg út í torførari satsar. Eg haldi, at Manskórið við hesum sanginum hevði tað bestu framførsluna á konsertini, tó at hesin helst var hin torførasti at syngja. Eisini haldi eg, at frálíki Kyrie-satsurin við sínum mongu satsteknisku gullkornum var væleydnaður. Í hesum báðum satsinum hoyrdist týðuliga, at menn ikki bara liraðu gamlar travarir av, men veruliga løddu doyðin á at skapa tónleik. Hetta eydnaðist eisini.
Kórið skal í juni uttanlandsferð til Skt. Pætursborg og til Norðurlendska / Baltiska manskórsstevnu í Estlandi og fara tí uttan iva at leggja nógv fyri at verða í góðari venjing. Hetta so, at teir, sum teir plaga á uttanlandsferðum, kunna verða eitt gott umboð fyri føroyskan kórtónleik.Vónandi verður manskórið í Havn eisini í framtíðini við til at menna føroyskan kórsang og gera manskór til eitt virðiligt alternativ til blandaðu kórini.