17. september 2012
Við bókini Skjaldur, rímur og ramsur er eitt 14 ára langt arbeiði við føroyskum lagatilfarið komið at enda. Tónleikagranskarin Marianne Clausen lat fyri stuttum fjórðu bókina úr hondum, hesa ferð um føroysku skjaldrini, rímini og ramsunar
Leif Hansen
Ótroyttuligi granskarin, Marianne Clausen, hevur áður savnað og givið út í bók løg til føroysku kvæðini, andlig vísuløg og føroysku løgini til danskar vísur í Føroyum. 3351 løg eru fest á blað og útgivin. Í sær sjálvum er hetta at rokna sum eitt roysni og av ómetaligum stórum týdningi fyri framtíðargransking í evninum. Her fyriliggur nú í fýra snotiligum bókum eitt stórt úrval av lagatilfarið, sum ikki var lætt atkomuligt áður. Marianne hevur verið ígjøgnum nærum allar kendar upptøkur av føroyskum fólkasangi og við stórum hegni skrivað niður á blað eitt breitt úrval av løgunum.
Nótaskriftin hevur sínar avmarkingar og langt kann sum kunnugt verða millum klingandi skjaldrasang og nótablað. Innan tónleikaetnologiina er trupulleikin við transkriptión av slíkum slag vælkendur. Transkriptiónin verður ongantíð objektiv, men fer altíð at bera brá av tulking hjá tí, sum skrivar niður. Ein niðurskrift verður tí einans ein lýsing av einum lagi, og hvussu ávísi sangarin framførdi tað tá upptøkan varð gjørd. Vit fara heldur ongantíð identiskt at kunna framføra føroyskan dans, sálmasang ella skjaldur bara út frá nótunum. Verða løgini á nóta tiknin út úr rætta kontekstinum eru tey neyvan at kenna aftur. Men transkriberaðu løgini loyva okkum hinvegin at studera hetta ovurhonds stóra lagatilfar. Uppskriftinar gevur okkum eina góða peiling av tónleikaliga innihaldinum, rytmu og tónalitet í løgunum. Við einum so royndum nótaskrivara sum Marianne Clausen, kunna vit verða vís í, at vit við teimum avmarkingum, sum liggja í nótaskrift, neyvan sleppa nógv nærri tónleikakelduni.
Løgini eru í øllum fýra bókunum uppsett eftir sama leisti og og eru øll løgini transponrað til e-mol / G-dur. Hetta ger, uttan mun til sera ymisk løg, tað lætt at samanbera løgini í bókunum. Løgini eru skilagott bólkað í bókstavarað við laganummari og variant nummari, umframt at heimildarfólk, bygd og árstal fyri upptøku eru viðmerkt.Skjaldur, rímur og ramsur eru ikki nakað føroyskt eindømi, men eru helst at finna í mentanum kring allan heimin. Vanliga verður barnasangir av slíkum slag býttir sundur í tvinnanda bólkar 1) sangur hjá børnum fyri børnum 2) sangur hjá vaksnum fyri børnum.Spontanur barnasangur er eitt vælkent fyribrigdi, og lýsir ríka hugflogi hjá børnum. Líka so spontanur, sum slíkur sangur er, líka so skjótt kann hesin sangur hvørva aftur í gloymskunar hav. Tí er mest sanlíkt, at tilfarið í hesari bókini eina mest er úr seinna bólkinum – sangur hjá vaksnum fyri børnum.
Skjaldrini kunna snúgva seg um alt millum himmal og jørð, sum eisini verður víst á. Clausen metir, at tey flestu eru yrkt í Føroyum og hava nærumhvørvið sum evnið, t.e. dýr, støð, veiða, neytahald og matgerð. Clausen býtir skjaldrini soleiðis upp eftir tekstligum innihaldi: 1) Skjaldur úr gerandisdegnum, 2) Skemtilig skjaldur, 3) Andlig skjaldur, 4) Skjaldur við ongum høpi í, 5) Skjaldur um tað yvirnátúrliga, 6) Dansivísur og vøgguvísir og 7) Teljiramsur og ramsur við ongum høpi í.Hendan uppbýtingin av skjaldrum er gjørd út frá teimum skjaldrum sum Clausen kallar “verulig skjaldur”. Hesi eru tey, sum einans hava eitt ella tvey ørindi. Hví skjaldur við fleiri ørindum ikki eftir høvundans tykki eru verulig skjaldur fáa vit tíverri ikki at vita.
Parturin av bókini við teksti er eins og hinar bøkurnar uppbygd soleiðis, at onnurhvør síða er á føroyskum og onnurhvør á enskum. Sostætt er danski upprunateksturin hjá Clausen ikki prentaður, men einans týðingar. Í tekstpartinum verður í stuttum fyrst greitt frá Føroya søgu, politisku viðurskiftini, um fólkasangin í Føroyum og um hvat er komið út í bók higartil. Greitt verður frá at 310 lagafrábrigdi eru í bókini, sum eru vald úr savninum av upptøkum, sum telur 450. Ikki verður sagt eftir hvørjum leisti løgini eru vald út og hví nærum 150 løg eru vald frá? At orsøkir kunna verða til at velja og vraka millum upptøkur er sjálvsagt, men ynskiligt hevði verið at hendan arbeiðsgongd var lagt týðuliga fram, soleiðis at útgivna nótasavnið uttan spurningar kann fatast sum at umboða heildina í føroyskum skjaldrasangi.Føroyska eindarmentanin, tað isoleraðað homogenað samfelagið, uttan stórvegis samband við útheimin, verður ofta lagt sum grundarlag fyri føroyskari folkloru. Soleiðis eisini hjá Marionnu Clausen. At vit við kvæðunum, skjaldrunum og sálmasanginum finna inn til kjarnuna í føroysku fólkasálini, tykist eingin ivi at verða um. Tann reina, upprunaliga og ikki minst autentiska mentanin, sum modernaða føroyska samfelagið, við trýsti úr Danmark, næstan hevur lagt í grøvina, tykist at verða høvuðspræmissin hjá høvindanum at dokumentera. Skjaldrini so væl sum kvæðini og sálmasangurin skula, sambært Clausen, ikki bara síggjast sum ein spegilsmynd av einum aldargomlum samfelag, men enn meira sum súlurnar undir hesum gamla samfelag. Á síðu 24 verður t.d. soleiðis tikið til:
“(…) Á sama hátt sum kvæðini, ið hava livað á mannamunni, høvdu skjaldur, rím og ramsur avgerandi týdning fyri, at tað føroyska málið fótaði sær í kappingini við danskt.”
Í byggingini av einari tjóðskaparmentanarligari tilvitan fekk folkloran í Føroyum eins og aðrastaðni ein høvuðsleiklut. Tó kann tað undra, at vanliga romantiska forteljingin um kvøldsetuna í roykstovuni á vetri og hvussu skjaldrini, kvæðini og sálmasangurin har í ættarlið eftir ættarlið, vóru ein av garantunum fyri at børn ikki gloymdu tað føroyska málið, framvegis í 2012 verður løgd ókritiskt fram. Hvørt fólkasangurin, tað verið seg kirkjuligur ella vertsligur, skal síggjast sum ein spegilsmynd av samfelagnum ella sum lutur í varðveitsluni av sama samfelag, eru granskarir neyvan á einum málið um. Flestir vilja helst vísa til eina millumloysn. Men tjóðskaparromantisk søguskriving vil altíð leggja áherðslu á tað seinna og harvið prógva ein ideologiskan neyðugan mentunarligan kontinuitet. Skjaldrini tæna einum slíkum endamálið væl, tí tey ofta verða hildin, at hava røtur í miðøldini – í einari søguligari stórt sæð ókendari tíð í Føroyum. Ivaleyst er tó, at eitt nú skjaldrini hava ment málið hjá børnum og eru rím og ramsur framvegis á okkara døgum ein partur av málmenningini hjá børnum.
Tónleikaliga viðgerðin av skjaldrinum er í høvuðsheitum greið. Tónleikurin er einfaldur og nýtir javnan heilt fáar tónar. Øll 310 løgini kunna bólkast út frá 14 ymiskum skalum, hvar víst verður til byrjunartóna, herdar tónar og endatóna. Tónalt eru løgini bygd tertsdomineraðan pentatónskala. Slík løg eru at finna kring allan heim, sum Clausen eisini vísir á. Herdu tónanir eru oftast eitt tertsrað tvs. e-g-h ella g-h-d, sum samstundis er partur av pentatónskalanum d-e-g-a-h. Kvæðaløgini og løgini til donsku vísunar eru, sambært Clausen, meira ávirkað av kirkjutónaliteti enn skjaldrini eru. Hetta verður grundgivið við, at skjaldrini í størri mun eru bygd á terts- og pentatónskalar, sum í sínum strukturi tónleikasøguliga verða hildin at verða eldri enn kirkjutónaliteturin, og peika heilt aftur til tað gamla græska tónasystemið. Trupulleikin við einari slíkari grundgeving er tann sjálvsagdi keldutrupulleikin. Grundgevingin byggir á 310 løg øll upptikin so seint sum í 20. øld og tí einsamøll illa kunna verða prógv fyri, hvussu sangurin ljóðaði í fornari tíð. Føroysku skjaldrini kunna tó verða ein virðismikil ábending hesum viðvíkjandi, tí í norðurlendskari fólkavísugransking finnast bara einstøk fólkaløg niðurskrivað úr tíðini fyri umleið ár 1800. Tí slepst illa nærri einum svari uppá spurningin, hvussu fólkasangurin hevur ljóðað. Marianne Clausen vísir tó á, at tað tónleikaliga einfaldni ikki einans nýtist at bera boð um tónleik úr fornari tíð, men eisini tann sjálvsagda, at skjaldrini hava verið sungin fyri smábørnum.
Við hesi fjórði bókini er eitt megnar arbeiði liðugt. Tó at sjálv viðgerðin av lagatilfarinum reisir nógvar spurningar eru eisini nógv svar at finna. Sum Marianne Clausen sigur í hesi seinasti bókini, so hava skjaldrini ofta verið gloymd, tá tosað hevur verið um føroyskan fólkasang. Tónleikaliga viðgerðin av skjaldrunum, rímunum og ramsunum tykist heldur ikki at hava sama vísindaliga støði sum í hinum bókunum, men kundi verið meira gjøgnumarbeitt. Nótatilfarið er tó sera væl frágingið og tað sum fyriliggur verður uttan iva til stórt gang hjá eftirtíðini.
Skjaldur, rímur og ramsur
Marianne Clausen
Stiðin 2012, 257 síður