Ummæli 24. apríl 2012:
Eftir at hava frætt, at Symfoniorkestrið umframt megnar kantatuna hjá Orff, eisini skuldi framføra “Framsýningarmyndirnar” hjá Musorgskij, var eg tilreiðar at bera yvir við øllum teimum tónleikaligu fellum, sum tónleikararnir helst fóru at detta í. Men nei!
Myndir úr einari framsýning, soleiðis kunnu vit helst umseta heitið á klaversuituni hjá rusissiska tónaskaldinum Modest Musorgskij, sum livdi frá 1839 til 1881. Verkið skrivaði hann í sambandi við eina minnisframsýning í 1874 við verkum listamálarnum og vinmanninum Victor Hartmann, sum doyði árið fyri. Tó at framsýningin taldi um 400 málningar, so valdi tónaskaldið 10, sum íblástur til sítt tónaverk. Verkið byrjar við einari sonevndari Promenadu, sum er skrivað yvir eitt einfalt lag, sum í sínum bygnaði hvørki er dur ella mol, og hevur hetta ofta verið tulkað sum ein samanrenning av nýggjum og gomlum, oldkirkjuligum og modernaðum. Hetta motivið vendir aftur alla suituna ígjøgnum í ymiskum búna.
Í 1922 skrivaði franska tónaskaldið Maurice Ravel klaversuituna um til eina orkestursuitu, og er hendan útgávan av verkinum nokk tann, sum oftast er at hoyra runt heimin í dag. Ravel var meistari í orkestrering, og hansara útgáva av Framsýningarmyndunum er ein perla í tónleikasøguni. Av tí at hetta er eitt sera krevjandi verk at fáa sita, var eg tilreiðar at bera yvir við øllum teimum tónleikaligu fellum, sum tónleikararnir helst fóru at detta í. Men nei! Verkið varð spælt á enda uttan nevnuverdar villur. Framførslan varð eisini merkt av yvirskotið og musikalskari tilvitan. Her var gott samanspæl millum bólkarnir í orkestrinum, sum uppá skift høvdu krevjandi passagur at koma ígjøgnum. Balancan var góð, og strúkarabólkurin megnaði til fulnar at verða afturhaldandi og geva rúm, tá m.a. fagott og saxofon høvdu solo og frambrúsandi, tá teirra leiklutur var í centrum. Rytmusektiónin hevur í Ravelsa orkestrering ein týðandi leiklut, og tó at hesin bólkur av tónleikarum varð settur á eina ad hoc-scenu omanfyri restina av orkestrinum. Hóast tað, so tóktust tey at hava gott samband við dirigent og restina av orkestrinum.At fáa eina slíka framførslu at hanga saman, hevur ein góðan dirigent fyri neyðini. Bernhardur Wilkinson vísti enn einaferð sínari dygdir sum orkesturleiðari, sum hegnisliga leiddi tónleikarnir gjøgnum verkið.
Høvuðsverkið á konsertini var tó Carmina Burana hjá Carl Orff (1898-1982). Kantatuna skrivaði hann í 1937, og var hon eisini tónleikaliga gjøgnumbrotið hjá tónaskaldinum. Enn í dag er Carmina Burana helst tað kórverk úr 20. øld, sum oftast er at hoyra á alheimsins konsertsalum. Tekstin hevur Orff fingið úr savninum við sama navni, sum í 1803 varð funnið í einum kleystrið í Suðurtýsklandi. Talan er um vagantvísur, sum eru hava røtur heilt aftur til 900 e.kr.Tónleikurin er tilvitaður primitivur við einfaldum lag- og harmonibygnaði. Hinvegin er rútmuparturin grundsúlan í verkinum. Sum so ofta fyrr, so vóru ikki øll í samtíðini, ið líkaðu hesa kantatuna hjá Carl Orff. Eitt av størstu tónaskøldum í 20. Øld, Igor Stravinsky, skal hava sagt, at “um mín tónleikur skal nevnast neo-klassiskur, so er hetta (Carmina Burana LH.) neo-neanderthal”. Men millum fólk bleiv verkið beinanvegin sera væl umtókt, og fá munnu verða í okkara parti av heiminum, sum ikki kennast við dramatisku byrjanina av Carmina Burana.At fara í holt við at gera slíkt verk klárt til framførslu, er megnararbeiði. Orkestrið, sum Orff hevur skrivað fyri, er stórt og hevur stóran perkussionbólk umframt, at kórið eisini skal verða stórt. Um vit byrja við orkestrinum, so er ikki nógv at seta fingrarnar á í framførsluni. Carmina Burana er kanska ikki so vælskrivað fyri orkestur sum Framsýningarmyndirnar hjá Ravel, og hetta ger, at tónleikararnir í ávísum støðum máttu stríðast fyri, at tónleikurin ikki skuldi missa nakað av flognum. Perkussionbólkurin stóð seg væl, sjálvt um tey til tíðir helst høvdu ilt við at hoyra orkestrið.Kórið stóð seg sera væl, og eingin ivi er í, at tey hava lagt nógva tíð og orku í hesa framførsluna. Sum so ofta fyrr hevði verið ynskiligt, at kórið var størri, men hetta nervaði ikki framførsluna nevnuverdugt. Serliga helt eg kórið hava góðan klang, tá sungið var hart, og gav tað tá eina frálíka balansu í ljóðmyndini. Rørandi var at hoyra barnakórið, sum setti ein serligan dám á framførsluna. Teir tríggir solistarnir, sopran, tenor og bariton, komu somuleiðis væl frá sínum framførslum.Í royndu veru so er Norðurlandahúsið ov lítið til slíka framførslu. Ljóðmyndin verður als ikki góð allastaðni í salinum, og tey, sum sita fremst, koma at sita nóg so nær orkestrinum og sangarum. Serliga tókti mær, at tað ikki var serliga lætt hjá solistunum at syngja, tá áhoyrarnir sótu so tætt at teimum. Somuleiðis tóktust paukunar at verða nóg so harðar til tíðir, helst tí tær stóðu omanfyri bæði kórið og orkestur.Tað er spell, at ikki fleiri áhoyrarar fingu høvið at lurta eftir einari slíkari konsert, tí sum skilst, so var útselt rúma tíð áðrenn konsertina. Vælvitandi um tær praktisku avbjóðinganar við einari eykakonsert, so hevði tað allíkavæl verið ynskiligt. Eg sá tó, at Kringvarpið var á staðnum og tí fáa fólk høvið at hoyra og síggja konsertina einaferð í framtíðini.Tó skal her eisini nevnast, at fyrireikararnir ikki høvdu gjørt sær tann ómak at gera eina konsertskrá til áhoyrarnar. Vit fingu ikki at vita, hvørki á skrift ella talu, hvat varð spælt, og í hvørjari raðfylgju verkini komu. Tá eg í steðginum til stuttleika spurdi fólk um, hvat fyri tónleik tey júst høvdu hoyrt, vóru fleiri, sum ikki vistu, at talan var um Framsýningarmyndirnar hjá Musorgskij. Hetta var sera óheppið. Hvat verri var, so fingu vit heldur ikki at vita, hvørjir sangsolistarnir í Carmina Burana vóru. Eg skilji satt at siga ikki, hvussu tað ber til, at ongum kom til hugs, at presentera solistarnir fyri áhoyrarunum. Hetta haldi eg verða heilt óhoyrt og eigur avgjørt ikki at kunna koma fyri á einari konsert hjá Symfoniorkestrinum!Burtursæð frá tí má sigast, at tað var ein sera góð konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, og eg var ovfarin av teirri tónleikaligari góðsku, vit sum áhoyrarar fingu borðreitt. Enn einaferð mugu vit fegnast um, at vit her á landi hava fólk, sum duga og vilja leggja so stóra tíð og orku í at framføra tónleik og sum er á so høgum støði.