21. desember 2012
”Sangur og tónleikur binda fólk saman, og tað er ein sannroynd, at felagskapur av slíkum slag hevur nógv góð árin á hitt einstaka menniskjað”. Soleiðis skrivar ritstjórnin handan nýggju sangbókina SynG í innganginum í bókuni. Føroya Sanglærarafelag hevur latið úr hondum sangbók við ikki færri enn 456 sangum
Leif Hansen
Í einum føroyskum høpi er hugtakið felagssangur vælkent. Umframt at hava kvøðið og dansað síðani einaferð seint í miðøldini, so fóru føroyingar at syngja protestantiskar sálmar helst longu fyrstu áratíggjuni eftir reformatiónina. Hetta at syngja saman hevur sostætt í øldir verið partur felagslívið hjá teimum, sum her hava búð. Við sínari sjálvsagdu savnandi og aktiverandi natúr, umframt at verða íborðin eina kensluborðnan og hugburðsgerandi kraft, kom felagssangurin kring um í Evropa í byrjanini av 19. øld, at hava ein centralan leiklut tá ein ávísur boðskapur skuldi úttrykkjast. Hendan eginleika við sangi sóu føroyingar eisini og tí kom júst felagssangur at hava aðalleiklut hjá eitt nú tjóðskaparrørsluni og vekingjarrørslunum. Hesar rørslur uppbygdu hvør í sínum lagi eitt sangrepertoire á føroyskum, sum varð grundað á tey virði og tað sjálvsfatan sum rørslunar stríddust fyri. Tískil varð óhugsandi at skipa fyri fólkafundi ella vekingarmøtum uttan felagssang.
(Sangbók við ikki færri enn 456 sangum)
Sangur í skúlanum
Góð hundrað ár eru liðin síðani vit fingu tað fyrstu føroysku skúlasangbókina. Hetta var í 1906 tá Jógvan Waagstein lat úr hondum Songbók Føroya skúla.Um sangin í føroyska skúlanum í byrjanini av 20. øld sigur Jógvan Waagstein í greinini ”Yvirlit yvir sangin í okkara skúla tey seinastu 50 árini” útgivin í 1948, m.a. soleiðis:
”Tá eg í 1903 gjørdist lærari og organistur í Havn, kom eg til ein skúla, har ikki annar sangur enn tann eftir oyranum var kendur – einans Roskilde Konvents Salmebog (Psalmebog for Kirke- og Huus-Andagt, 1855 LH.)og Den danske Skoles Sangbog vóru nýttar har”
Børnini dugdu nógvar danskar sálmar og sangir uttanat, men eingin sangbók var við føroyskum sangum. Waagstein søkti um loyvi at sleppa at syngja á føroyskum og hetta varð játtað honum.Hann fer, við støði í sínum donsku tónleikapedagogisku fyrimyndum, Bergreen, Sanne og Nebelong, til arbeiðis og leggur í fyrsta lagi dent á eina tónleikateoretiska tilgongd til undirvísingina. Hetta at uppbyggja eitt breitt sangrepertoire kundi einans lata seg gera um børnini lærdu at syngja eftir nótum, syngja reint og rytmiskt rætt. Ej blot til Lyst fik Mennesket syngeevner er citat frá danska tónaskaldinum H.O.C. Zinck (1746-1832). Í hesum liggur upplýsingstíðarinnar ynski um eina breiða musikalska uppaling av fólkinum. Tá Waagstein ynskir musikalskt at uppæla føroyingar so er einki at ivast í, at hann, ávirkaður av romantiska tankagóðsinum, sær stórt forfall í sanginum í samtíðini – bæði kirkjusangi og føroyskum dansi. Uppgáva skúlans verður tí at: ”føra okkara fólk fram á tann sess, sum av røttum er okkara, í norrønnari sangmentan” (úr áðurnevndu grein). Tá eg trívi í hetta lítla og tó tíðandi brot í føroyskari skúlasøgu so er tað tí at hetta á ein hátt, tó við dagførdum pedagogiskum og didaktiskum arbeiðshátti, enn í dag myndar eina av høvuðspræmissunum fyri sang- og tónleikaundirvísing í føroyska skúlanum. Sum ritstjórnin handan SynG sigur: ”Sangur og tónleikur eru stórur og týðningarmikil partur av føroysku mentanin…At halda fast um hendan arv okkara – og eisini menna hann – er eitt av aðalmálum Føroya Sanglærarafelsgs, felagnum, sum gevur út bøkurnar SynG.” Uppgávan hjá tónleikalærarnum er tí nú sum áður, at flyta sangmentan okkara til komandi ættarlið.
Sangmentan
Hvat fólk leggja í útsøgnina góð sangmentan er ikki lætta at meta um. Waagstein helti heilt víst til ein kvalitativan hugburð til sang, meðan onnur til eitt kvantativt breitt sangrepertoire ella tað at duga nógvar sangir. At tvær slíkar tilgongdir til sang veruliga eru kjølfestar í fólksins metvitið er tó óvist. Men báðar eru neyðugar fyri einari góðari sangmentan. Góða sangmentanin er fyri mær hetta, at sangur er ein natúrligur partur grandisdegnum bæði til gaman og álvara. Ímyndin av týdninginum sangi í føroyskari søgu og mentan styðja eisini uppundir eina slíka útlegging. Sangi verður tí javnan tillagd ein tjóðskaparligan samleikaberandi leiklut og lítið er at ivast í, at arbeiði við at útgeva sangbókin SynG er hugsað sum partur av hesum sama leikluti.Hvussu nógv verður sungið kring landið í dag er helst sera ymiskt. Tó er tað mín fatan, at sangur og felagssangur, um ikki líka nógv sum áður, enn eru týðandi partar av felagslívinum. Á sama hátt er helst ymiskt hvussu nógv verður sungið í føroyska skúlanum og hvussu natúrligur partur sangur er av undirvísingini. Sangur og tónleikur í einum skúla, í støðugari broyting, hevur til allar tíðir verið tengdur at hugi og førleika hjá lærarum á staðnum. Tí er eisini ymiskt hvussu tað hepnast tónleikalærarum at fullføra hesa gott hundrað ára gomlu uppgávu, nevnuliga at flyta góðu føroysku sangmentanina til komandi ættarlið.
Sangbókin
SynG, í boðshátti, eitur bókin og leggur seg væl eftir einari sangáskoðan, sum sigur, at sangur er hvørsmannsogn og øll hava í hvør sínum lagi evnir at syngja. At sangbókin skal fjálga um og menna fólksliga felagssangin er sum sagt eitt aðalmið. Havast skal tó í huga at fólksligur sangur og felagssangur oftast er uppstaðin í almenninginum og týðandi fyri um ein sangur verður ”upptikin” í fólksliga sangrepertoire er, at hann sigur fólki nakað. At kanonisera fólksligan sang er tí nærum ógjørligt. Men mær tykir ikki at SynG er at fata sum ein roynd at fortelja føroyingum, hvat góður sangur er, men hinvegin ein spegilsmynd av úrvalið av sangum, sum hava ljómað í Føroyum í stórthundrað ár.Bókin er sermerkt í vavið og fjølbroytni, heili 456 sangir eru settir í bókina. Eftir hvørjum leisti ritstjórnin hevur redigerað veit eg ikki, men tað tykist sum um strembað hevur verið eftir einum fjølbroyttum innihaldi. Í innganginum sigur ritstjórnin at ”valdir eru sangir, sum eru góðir at syngja”. Hetta merkir ikki, at allir sanginir eru lættir at syngja ella eru vælegnaðir til felagssang – tvørtur ímóti. Tí er tað ymiskt hvussu tað fer at eydnast at transformera alskins sløg av sangum frá tí teir upprunaliga vóru hugsaðir, til at verða nýtiligir í tradtionellum felagssangi. Men sangur er ikki bara felagssangur og bókin er tí eisini eitt kærkomið íkast til samanspæl í skúlanum og ikki minst hjá tónleikabólkum kring landið. Ein sangbók lýsir tíðina, hon verður givin út í og somuleiðis hendan. Í fyrstu skúlasangbókini sum kom í 1906 vóru 63 sanngir, sálmar og kvæði. Av teimum 63 eru bara 12 komnir við í SynG. Allir sangir eru ikki tíðarleysir og tí broytist sangrepertoire altíð. Ein av avbjóðingunum tá ein sangbók skal savnast er júst hetta at velja og vraka. Tí er einki ivast í, at tá ein nýggj skúlasangbók einaferð kemur, verður partur av hesum 456 valdir frá. Dugnaligu fólkini í ritstjórnini við Zacharisi Sørensen á odda hevur laða ein týðandi varða í føroyskari tónleika- og skúlasøgu. Bókin sjálv varðveitir ella mennir ongan sang í Føroyum, men við henni hava tónleikafólk fingið eitt sera hent amboð og eitt fjøllbroyt savn av sangum, sálmum og kvæðum.